Um Ergoterapeutfelagið

Síðani 26. februar 2005 hevur Ergoterapeutfelagið verið eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag hvørs endamál og arbeiðsuppgávur eru:

  1. At stuðla limum felagsins í arbeiðsviðurskiftum teirra
  2. At tryggja limunum bestu lønar- og arbeiðstreytir
  3. At vera drívmegin í fakligu menningini hjá ergoterapeutum
  4. At ávirka samfelagsgongdina út frá einum ergoterapeutiskum sjónarhorni
  5. At skapa møguleika og karmar fyri samskifti millum limirnar

Felagið byggir á eitt fólkaræðisligt virðisgrundarlag og vit ynskja at møta limunum vid virðing, javnstøðu og áliti.

Í Ergoterapeutfelagnum eru omanfyri 100 limir.

Ergoterapeutfelagið hevur nevndarfund 1 ferð um mánaðan.

Á hvørjum ári verður skipað fyri

  • Einum arbeiðsvikuskifti við fakligum innihaldi
  • Limakvøld við fakligum innihaldi
  • Ávikavist ársaðalfund ella limadegi við eftirfylgjandi veitslu
  • Skeiðum
Um sáttmálasamráðingar

Sáttmálin innan almenna- og kommunala økið er galdandi fyri ergoterapeutar, sum arbeiða innan Almanna- og Heilsumálaráðið og á stovnum undir landinum og kommunalum stovnum og eindum.
Samráðingarrættin innan almenna økið hevur Ergoterapeutfelagið sum ger sáttmála við Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið(KAF), ið umboðar kommunala økið.
Báðir partar hava rætt at siga sáttmálan upp at fara úr gildi við 3 mánaða ávaring. Tá ið uppsøgnin av sáttmálanum fær gildi, og til nýggjur sáttmáli tekur við, verða ergoterapeutarfyribils løntir eftir teirri avtalu, sum var í gildi síðsta dag, ið sáttmálin galt.

Ergoterapeutfelagið hevur seinastu árini samráðst saman við Fysioterapeutfelag Føroya og hava tí felags lønartalvu, men hvør sín sáttmála.

Sáttmálin á privata økinum verður samráddur ímillum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og í samráð við Heilsumálaráðið.

Søgan

Fyrstu ergoterapeutarnir í Føroyum vóru Bergfríð Husgarð sála, Kirstin Meitil og Else Godtved Jacobsen.
Allar arbeiddu tær á Landssjúkrahúsinum.

Nevndu ergoterapeutar nomu sær útbúgving í 60´unum. Tá æt útbúgvingin “terapiassistent” og fekk hon seinni heiti ergoterapeut.

Øll tey fyrstu árini vóru ergoterapeutar í Føroyum løntir sambært donskum sáttmála og vóru eisini limir í danska Ergoterapeutfelagnum.

Tá Føroya Landsstýri í 1987 avgjørdi framyvir bert at gera sáttmálar við føroysk fakfeløg, bleiv stovnað ein føroysk deild “amtskreds” av danska Ergoterapeutfelagnum.

Í mars 1987 samráddi danska Ergoteapeutfelagið seg fram til ein fyribilssáttmála, íð skuldi galda fram til 01.06.1988 og eftir hetta verða avloystur av einum føroyskum.

Stovnandi aðalfundurin í føroyska “amtskredsinum” varð hildin 16.09.1987 og í nevndina komu: Hanna á Reynatúgvu, Lone Barkholt, Marjun Olsen og Anna Petersen.

Nevnast kann, at í 1987 vóru 7 limir í ergoterapeutfelagnum, meðan tað í dag eru omanfyri 100 limir.

Tá føroyska deildin varð sett á stovn, fekk hon samráðingarrættin um hendi vegna danska Ergoterapeutfelagið.

Á heysti 1988 fóru tey 5 smáu fakfeløgini saman til samráðingar um fyrsta sáttmálan.

Fyrstu samráðingarnar endaðu við verkfalli, ið vardi í 2½ mánaða, og tá avtornaði fekk hvør limur kr. 170,- meira um mánaðin. Hóast hetta verkfallið ikki gav nógv í krónum og oyrum, og vit aftaná vóru ógvuliga vónbrotin, kunnu vit í dag siga, at hetta var ein góð venjing í fakfelagsarbeiði og byrjanin til tað samanhald, sum hevur verið millum tey 5 smáu fakfeløgini, sum myndaðu  5´aran (Fysioterapeutfelag Føroya, Biaoanalytikarafelagið, Ljósmøðrafelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya og Ergoterapeutfelagið).

Hesi seinastu árini hevur Heilsurøktarafelagið verið við í samstarvinum, sum nú er nevnt 6’arin.

Síðani 26. februar 2005 hevur Ergoterapeutfelagið verið eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag.

Viðtøkur

Viðtøkur fyri Ergoterapeutfelagið
§ 1 NAVN
§ 2 ENDAMÁL
§ 3 VIRÐISGRUNDARLAG
§ 4. LIMARÆTTINDI
§ 5. LIMASKYLDUR
§ 6. KÆRUMØGULEIKI
§ 7. LIMIR
§ 8. INNLIMAN, BROYTING Ì LIMASKAPI, ÚTLIMAN OG ÚTKOYRING
§ 9. AT FÁA RÆTTINDI
§ 10 LIMAGJALD
§ 11 FRUMATKVØÐUGREIÐSLA
§ 12. AÐALFUNDUR
§ 13. NEVNDIN
§ 14. FORMAÐUR
§ 15. ROKNSKAPUR OG GRANNSKOÐAN
§ 16. TULKING
§ 17. AVTØKA FELAGSINS
§ 18 GILDISKOMA
_________________________________________

§ 1 NAVN
Navn felagsins er Ergoterapeutfelagið. Heimstaður felagsins er Tórshavn

§ 2 ENDAMÁL
Felagið er starvs- og fakfelag fyri ergoterapeutar. Endamál felagsins er:
– At stuðla limum felagsins í arbeiðsviðurskiftum teirra,
– At tryggja limunum best møguligar løn-og arbeiðstreytir,
– At vera drívmegin í fakligu menningini hjá ergoterapeutum,
– At ávirka samfelagsgongdina út frá einum ergoterapeutiskum sjónarhorni,
– At skapa møguleikar og karmar fyri samskifti millum limirnar

§ 3 VIRÐISGRUNDARLAG
Felagið byggir á eitt fólkaræðisligt virðisgrundarlag og limirnir verða møttir við virðing, javnstøðu og áliti. Felagið arbeiðir støðugt við dygdini av sínum tænastum og loysir uppgávur sínar miðstýrt og ikki miðstýrt. Felagið skal tryggja, at limirnir hava ávirkan á politikk felagsins og harvið virki felagsins.

§ 4. LIMARÆTTINDI
Tann einstaki virkandi limurin hevur rætt til:
1. At fáa samráðingar um sínar lønar-og starvssetnartreytir,
2. At fáa viðgjørt uppsagnarmál,
3. At fáa viðgjørt arbeiðsskaðamál,
4. At luttaka í frumatkvøðugreiðslu um egnan sáttmála,
5. At fáa ráðgeving og vegleiðing um lønar- ogstarvssetanartreytir fyri ergoterapeutar,
6. At fáa ráðgeving og vegleiðing i sambandivið arbeiði uttanlands,
7. At luttaka á fakligum og fakpolitiskum fundum,
8. At fáa ráðgeving og vegleiðing um grund-, eftir- og víðariútbúgving,
9. At stilla upp til øll álitisstørv í felagnum, við atliti til hvat arbeiðspláss viðkomandi er tengur at,
10. At verða stillari fyri aðrar limir tilálitisstørv í felagnum,
11. At luttaka í felagsins vali avnevndarlimum,
12. At luttaka við talirætti á aðalfundum,
13. At luttaka við atkvøðurætti á aðalfundum
14. At fáa høvi til luttøku í nevndum og arbeiðsbólkum, sum settir verða av nevndini,
15. At verða kunnaður um uppskot til samtyktar og aðalfundar samtyktir og nevndarfundarsamtyktir,
16. At verða kunnaður um úrslit av frumatkvøðum,
17. At verða kunnaður um felagsins politikk og virksemi,
18. At fáa greinagerð ella uppskot viðgjørt á nevndarfundi ella øðrum viðkomandi forum,
19. At luttaka í viðkomandi førleikamenning isambandi við røkjan av álitisstørvum,
20. At fáa viðkomandi tilfar í sambandi við røkjan av álitisstørvum.
Hvílandi limir, eftirlønarmóttakarar og virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum feløgum, hava rættindi sambært 7. og 14 – 20. petti.

§ 5. LIMASKYLDUR
Limur hevur ikki rætt at byrja í starvi innan felagsins samráðingarøki, áðrenn lønar- og setanartreytirnar eru fyribils ella endaliga góðkendar av felagnum.
Um sáttmáli ella onnur avtala er gjørd millum felagið og eitt starvssetanarstað, hevur limur ikki rætt at taka við starvi undir øðrum treytum, enn teimum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella avtaluni.
Um sáttmáli/avtala ikki er gjørdur/gjørd fyri avvarandi starvssetanarstað, skal limurin seta seg í samband við felagið, soleiðis at lønar- og setanartreytirnar, har tað ber til, verða avtalaðar millum felagið og starvssetanarstaðið.
Limir hava skyldu til at geva felagnum viðkomandi upplýsingar um t.d. starvssetanarstað, bústað, virkisøki, umframt seinni broytingar í nevndu viðurskiftum. Felagið kann geva víðari nevndu upplýsingar innan limabólkin samsvarandi endamáli felagsins.
Limir eiga at arbeiða fyri, at ergoterapeutar í Føroyum eru limir í felagnum.
Limir hava skyldu til at velja álitisfólk samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi avtalum millum felagið og avvarandi arbeiðsgevarapartar.Limir hava skyldu at fylgja teimum siðfrøðiligu leiðbeinginum o.ø., sum felagið, við heimsfelags-skapinum (WFOT) og evropeiska felagnum (COTEC), hevur tikið undir við.

§ 6. KÆRUMØGULEIKI
Um ein limur ynskir at kæra um handfaring felagsins av limarættindum, kan hetta gerast skrivliga til nevnd felagsins. Nevndin hevur skyldu til at svara liminum skrivliga skjótast tilber, tó í seinasta lagið 14 dagar aftaná 2. vanliga nevndarfundin, sum hildin verður aftaná at klagan er innkomin.
Um limur ikki er nøgdur við handfaringina hjá nevndini, kann klagast víðari til aðalfundin.
Nevndin skal greiða aðalfundinum frá talinum av kærum, í høvuðsheitum hvat tær snúgva seg um og høvuðsinnihaldinum av svari nevndarinnar til kærurnar.

§ 7. LIMIR
Limir felagsins hava støðu sum virkandi limir, hvílandi limir, eftirlønarmóttakarar ella virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum felag.

Virkandi limir
• Eru alment góðkendir ergoterapeutar, sum í Føroyum virka sum ergoterapeutar – tað verið seg í almennum ella privatum starvi – fulltíðarsettir, parttíðatsettir ella sjálvstøðugir, søkja arbeiði, fáa sjúka- ella barsilspening ella á annan hátt hava samband við arbeiðsmarknaðin,

Hvílandi limir og virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum felag
• eru ergoterapeutar við almennari góðkenning, sum starvast innan fakøki, sum liggur uttan fyri felagsins samráðingarøki og uttan samstarvsavtalu við felagið, men skipaðir í felag, sum hevur samráðingarrættin fyri øki,
• eru ergoterapeutar við almennari góðkenning, sum ikki arbeiða ella, sum ikki søkja arbeiði innan ergoterapeutiska starvsøki.

Eftirlønarmóttakarar
• eru limir, sum fara frá at vera virkandi limir til at fáa eftirløn, fyritíðar- ella fólkapensión.

§ 8. INNLIMAN, BROYTING Ì LIMASKAPI, ÚTLIMAN OG ÚTKOYRING

8.1. Innliman
Innliman í felagið fer fram skrivliga.

8.2. Broyting í limaskapi
Við broyting í limaskapi skal fráboðan fara fram skrivliga, við einum mánaða freist til endan av einum ársfjórðingi.
Hvílandi limir, sum ikki longur lúka treytirnar fyri slíkum limaskapi, hava skyldu til beinanvegin at fráboða seg sum virkandi limir.

8.3. Útliman
Útliman skal fara fam skrivliga við einum mánaða freist til endan av einum ársfjórðingi
Virkandi limir kunnu ikki lima seg úr felagnum frá tí degi, har stríðsstig verður fráboðað millum felagið og ein størri sáttmálapart. Nevndin kann í serligum førum geva undantaksloyvi frá nevndu treytum, um limur skrivliga søkir um slíkt undantak.

8.4. Útkoyring
Útkoyring av limi verður framd:

1. Um limurin brýtur viðtøkur felagsins og nevndin avgerð útkoyring. Limurin kann kæra avgerð nevndarinnar til fyrstkomandi aðalfund. Kæran hevur freistandi virknað, um kæran verður send inn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin um útkoyring er fráboðað liminum.
2. Um heilsumyndugleikarnir hava tikið aftur almennu góðkenning hjá viðkomandi.
4. Um limur mótarbeiðir felagnum og limum tess.
Nevndin kann geva einum útkoyrdum limi limarættindi aftur, tá nøktandi grund er fyri hesum. Nevndin hevur skyldu til at gera reglur fyri handfaringini av útkoyringarmálum, sum skulu geva tí einstaka liminum stórst møguliga rættartrygd . Limir, sum eru í eftirstøðu við limagjaldinum, fáa av sær sjálvum limaskapin aftur, tá eftirstøðan er goldin.

§ 9. AT FÁA RÆTTINDI
Limir fáa limarættindi frá tí degi innlimanin er móttikin og skrásett.

Í hesum førum skal limurin, sum høvuðsregla bíða í 3 mánaðir áðrenn viðkomandi kann fáa ráðgeving ella fíggarligan stuðul frá felagnum:

– ergoterapeutar, sum fáa limaskap ellaendurvinna limaskap sín seinni enn 3 mánaðar frá starvssetan teirra
– ergoterapeutar, sum fáa limaskap seinni enn ein mánað frá tí at viðkomandi hevur lokið ergoterapeutiska grundútbúgving,
– ergoterapeutar, sum søkja um broyting í limaskapinum frá hvílandi til virkandi limaskap, 3 mánaðar seinni enn tann dag, tá viðkomandi leyk treytirnar fyri hesari broyting í limaskapinum.

§ 10 LIMAGJALD
Limagjaldið fyri virkandi limir, hvílandi limir, virkandi limir sum eru skipaðir í øðrum fakfelag og eftirlønarmóttakarar verður ásett á ársaðalfundinum fyri komandi kalendaraár.
Aðalfundurin kann somuleiðis áseta eitt lægri limagjald fyri serligar limabólkar.
Nevndin kann – tá umstøðurnar tala fyri tí – seta niður, loyva útsetan ella strika limagjald, um limurin skrivliga søkir um tað.
Nevndin ásetur nærri reglur fyri innkrevjing av limagjaldi.

§ 11 FRUMATKVØÐUGREIÐSLA
11.1. Aðalfundur og nevnd felagsins kunnu taka avgerð um frumatkvøðugreiðslu

Í seinasta lagi 3 vikur eftir eina slíka avgerð, skal nevndin síggja til, at frumatkvøðugreiðslan verður fyriskipað. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal verða greitt í seinasta lagi 8 vikur eftir, at avgerðin um frumatkvøðugreiðslu er tikin, og úrslitið verður síðani kunngjørt skjótast tilber.
Frumatkvøðugreiðslan verður avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis at til viðtøkubroyting og avtøka av felagnum krevst ¾ meiriluti av greiddum atkvøðum.

11.2. Limir við atkvøðurætti

Allir virkandi limir hava atkvøðurætt, um teir ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi sínum í ársfjórðinginum áðrenn atkvøðugreiðsluna.
Við frumatkvøðugreiðslu um nýggjan sáttmála hava bert virkandi limir atkvøðurætt, um teir sambært limaskipanini eru fevndir av sáttmálanum, og um teir ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi sínum i ársfjórðinginum áðrenn atkvøðugreiðsluna.

§ 12. AÐALFUNDUR

12.1. Aðalfundur

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins í øllum viðurskiftum felagsins, um ikki evni verður lagt út til frumatkvøðugreiðslu.
Allir limir kunnu luttaka á aðalfundinum.

12.2. Innkalling og nær aðalfundur skal haldast

Vanligur ársaðalfundur verður hildin í fyrstu hálvu á øðrum hvørjum ári.
Dagurin tá aðalfundurin verður hildin verður ásettur av nevndini.
Aðalfundurin er viðtøkuførur tá í minsta lagi 1/6 av virkandi limum felagsins eru møttir.
Innkalling til aðalfundin við fyribils dagsskrá fer fram í minsta lagi 6 vikur undan fundinum, við skrivligum boðum til limir felagsins.

12.3. Uppskot

Allir limir felagsins kunnu seta fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum.
Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur undan fundinum.
Uppskot til viðtøkubroytingar skulu tó verða nevnd felagsins í hendi í seinasta lagi 4 vikur undan fundinum.
Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar skulu sendast út til limirnar undan fundinum.

12.4. Dagsskrá

Nevndin ásetur dagsskránna, sum tó í øllum førum skal fevna um:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara,
2. Val av 3 atkvøðuteljarum,
3. Frágreiðing nevndarinnar um felagsins virksemi farna ár til góðkenningar,
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár til góðkenningar,
5. Val av nevnd,
6. Innkomin uppskot,
7. Áseting av samsýningum
8. Áseting og góðkening av karmi fyri rakstrarætlan fyri tíðina fram til næsta aðalfund,
9. Áseting av limagjaldi fyri tíðina fram til næsta aðalfund,
10. Val av grannskoðara komandi ár,
11. Ymiskt.
12.5. Atkvøðugreiðsla

Allir virkandi limir hava atkvøðurætt. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. 5 limir ella fundarstjórin kunnu krevja skrivliga atkvøðugreiðslu.
Nevndarval ferð altíð fram skrivliga.
Atkvøðugreiðsla um útkoyring og viðtøkubroytingar, umframt avgerð um frumatkvøðugreiðslu skal altíð fara fram skrivliga. Til viðtøkubroytingar krevst 2/3 meiriluti av greiddum atkvøðum. Møgulig uppskot, sum skulu viðgerast undir innkomnum uppskotum (stk 6), skulu setast til atkvøðugreiðslu fyri seg.

12.6. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin, um meirilutin av nevndarlimunum ella 1/6 av virkandi limum felagsins skrivliga heita á nevndina um at lýsa slíkan fund, og viðleggja uppskot til dagsskrá við grundgevingum sínum.
Innkallingin til eykaaðalfund við dagsskrá skal fara fram við í minsta lagi 14 dagar freist, við skrivligari fráboðan til limir felagsins.
Eykaaðalfundur verður hildin í seinasta lagi 4 vikur eftir at áheitan um slíkan fund er latin nevndini. Í sambandi við sáttmálasamráðingar kann ein eykaaðalfundur fráboðast við dags varsli við skrivligari fráboðan beinleiðis til limirnar.

§ 13. NEVNDIN
Nevndin hevur leiðslu felagsins um hendi sambært viðtøkum felagsins og teimum avgerðum, sum aðalfundurin hevur tikið, og nevndin hevur fulla heimild at taka stig felagsins vegna.
Í nevndini sita í mesta lagi 5 virkandi limir.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og nevndarlimum, og ger fundarskipan.
3 nevndarlimir eru á vali ólika ár, meðan 2 nevndarlimir eru á vali líka ár.
Nevndin hevur ábyrgdina av fíggjarligu viðurskriftum felagsins.
Nevndin hevur, vegna limirnar ábyrgdina av, at ognir felagsins, sum ikki verða brúktar til dagliga raksturin, verða settar í virðisbrøv ella á eins tryggan hátt.Um ognir felagsins verða sett í virðisbrøv, skulu hesi leggjast í viðurkendan banka ella sparikassa.
Nevndin kann við undirskrift hjá formanninum og næstformanninum binda felagið í fíggjarligum viðurskiftum. Um ein av hesum hevur forfall, so kemur ein av nevndarlimunum, sum tilnevndur er av nevndini, í hansara stað.
Nevndin hevur ábyrgdina av starvssetan og uppsøgn av starvsfólki felagsins.

§ 14. FORMAÐUR

14.1. Formaður
Formaðurin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins við ábyrgd fyri nevndini og aðalfundinum, sambært viðtøkum felagsins.
Næstformaðurin er tiltaksmaður formansins tá hesin í longri tíð hevur forfall.
Formaðurin stendur fyri samráðingum felagsins vegna, eftir teimum leiðbeiningum, sum aðalfundurin og nevndin hava gjørt.
Um formaðurin fer frá í úrtíð, skipar nevndin seg av nýggjum.

14.2. Samsýning
Aðalfundurin ásetur samsýningina til formannin sambart reglugerð.

§ 15. ROKNSKAPUR OG GRANNSKOÐAN
Roknskaparár felagsins er frá 01.01. til 31.12.
Nevndin ger karmar fyri rakstrarætlan fyri komandi tíðarskeið til góðkenningar á aðalfundinum.
Við endan av hvørjum roknskaparári verður rakstrarroknskapur við fíggjarstøðu settur upp, og lagdur fyri nevndina og aðalfundin.
Roknskapurin skal vera grannskoðaður av einum skrásettum grannskoðara.
§ 16. TULKING
Um ivi er um hvussu viðtøkurnar skulu tulkast, so skal nevndin, um tað hevur skund, taka avgerð um, hvør tulking er tann rætta. Viðtøkurnar skulu síðani orðast greiðari á næsta aðalfundi.

§ 17. AVTØKA FELAGSINS
Avgerð um avtøku felagsins skal takast við skrivligari frumatkvøðugreiðslu eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri viðtøkubroytingar.
Um avgerð verður tikin um at avtaka felagið, so skal aðalfundurin taka avgerð um, hvussu skal verða við ognum felagsins.

§ 18 GILDISKOMA
Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi tann 26. februar 2005 og koma í gildi tann 26. februar 2005.

Sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðanum

Sáttmálin á almenna arbeiðsmarknaðinum, lønartalvur og semjur kunnu síggjast her:
Úttrekk - Fíggjarmálaráðið (fmr.fo)

Sáttmálin á privata arbeiðsmarknaðanum

                                                                            SÁTTMÁLI
millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið um privatstarvandi ergoterapeutar

Gildiskoma 1. august 2010

1.1 Kapittul – Inngangur

Øki
§ 1. Hesin sáttmáli um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeutum er gjørdur millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið.
§ 2. Sáttmálin fevnir um privatstarvandi ergoterapeutar. Treytin fyri at verða fevnd av hesum sáttmála er, at ergoterapeuturin hevur autorisatión sum slíkur.
§ 3. Sáttmálin fevnir um ergoterapi, sum er ásett í kunngerð nr. 22 frá 1. mars 2011 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti.

Yrkisøkið hjá sáttmálanum

§ 4. Ergoterapeutisk veiting er venjingarhættir og virksemi, ið á ymsan hátt fremja aktivitetsútinnan og luttøku hjá málbólkinum sambært § 5, sum hava trupulleikar við ella kunnu fáa trupulleikar at liva eitt vanligt gerandislív.

Stk. 2. Ergoterapeutisk veiting fevnir um (re-)habilitering, heilsufremjan, fyribyrging, eftirviðgerð, ráðgeving og at viðlíkahalda førleikar.
Stk. 3. Í venjingini brúkar ergoterapeuturin viðkomandi vitan frá lívfrøðisligari, medisinskari, sálarligari, sosialari og teknologiskari vísund afturat aktivitetsvísund, saman við ástøði um aktivitetsútinnan og luttøku.

1.2. Kapittul – Málbólkur

§ 5. Tey, sum hava rætt til ískoyti sambært hesum sáttmála, eru persónar yngri enn 18 ár, sum hava likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku. Brekið/sjúkan skal hava munandi avleiðingar í gerandisdegnum. Harumframt skal talan vera um neyðuga og heilsuliga væl grundaða viðgerð.
Stk. 2. Við hesum hevur Ergoterapeutfelagið ikki sagt frá sær rættin at arbeiða víðari, fyri at avtaka aldursmarkið.

3. Kapittul – Treytir fyri at útinna starvið

§ 6. Teir ergoterapeutar, sum eru fevndir av hesum sáttmála, hava skyldu til at útinna ergoterapeutiskar veitingar sambært ásetingunum í sáttmálanum.
§ 7. Ergoterapeuturin fyriskipar veitingina eftir besta førimuni og í samsvari við ávísandi serlækna.
§ 8. Ergoterapeuturin boðar ávísandi serlækna frá úrslitinum av viðgerðini, tá ið tað er umbiðið, ella tá ið ergoterapeuturin heldur, at tað hevur týdning fyri persónin í fevnda málbólkinum.
§ 9. Ergoterapeuturin skal kunna seg um sáttmálaavgerðir og fyrisitingina av teimum.
§ 10. Ergoterapeuturin skjalprógvar veitingar sínar.
§ 11. Skjalagoymsla. Heilsutrygd ger nærri reglur um, hvussu skjøl skulu verða goymd.

1.4. Kapittul – Ávísing til ergoterapi

§ 12. Heilsutrygd rindar ískoyti fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti til fevnda málbólkin, tá hetta verður gjørt eftir ávísing frá serlækna. Sum serlækni er í hesum sambandi at skilja: serlæknar í almennum medisini, sum starvast í kommunulæknaskipanini og serlæknar í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.
§ 13. Í sambandi við ávísing til veitingar frá privatstarvandi ergoterapeutum skal ein góðkendur ávísingarseðil nýtast. Sáttmálapartarnir skulu góðkenna ávísingarseðilin.
§ 14. Á ávísingarseðlinum skal standa kunning um orsøk til ávísingina og møgulig sjúkugreining. Serlæknin krossar av á ávísingarseðlinum, um tað verður ynskt ergoterapeutisk kanning, venjing samráð og/ella eftirmeting.
§ 15. Ávísandi serlæknin ásetur veitingarslag og veitingarmongd sambært kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting frá privatstarvandi ergoterapeutum.

Stk. 2. Ein ávísing frá serlækna í almennum medisini ella serlækna í pædiatri fevnir um í mesta lagi ískoytisgjald fyri 12 veitingar.
Stk. 3. Serlæknar í pædiatri kunnu í serligum førum ávísa til fleiri veitingar.

§ 16. Ergoterapeuturin ger eina kanning. Veitingin verður síðani løgd til rættis eftir støðu, trupulleika og tørvi. Hetta verður gjørt í samráð við ávísandi serlæknan og foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum. Eftir avtalu við ávísandi serlæknan og foreldur ella verjar hjá persóninum í fevnda málbólkinum, kann ergoterapeuturin gera broytingar í ávístu veitingunum. Ergoterapeuturin viðmerkir avráddu broytingarnar á ávísingarseðilin, dagfestir og undirritar.

Stk. 2. Serlæknar kunnu eisini ávísa til bólkaveiting og -undirvísing, sí § 23. Afturat hesum kunnu persónar í fevnda málbólkinum, sum eru ávístir til aðra veiting, eisini skifta til bólkaveiting, um hetta er í samráð við ávísandi serlæknan.

§ 17. Ergoterapeutiska veitingin kann í samráð millum ávísandi serlækna, foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum og ergoterapeut fara fram á viðgerðarstovu, í heiminum, skúla, nærumhvørvi ella, har persónurin í fevnda málbólkinum hevur trupulleikar við at virka og luttaka.
§ 18. Foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum kunnu frítt velja ímillum teir privatstarvandi ergoterapeutarnar, sum eru fevndir av hesum sáttmála.

Stk. 2. Foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum kunnu undir veitingini velja annan privatstarvandi ergoterapeut. Veitingartalið, sum er ásett sambært § 15, stk. 2-3 verður ikki broytt, um annar privatstarvandi ergoterapeutur verður valdur eftir 1. viðgerð.

§ 19. Avboð frá persóni í fevnda málbólki skal skjótast til ber verða fráboðað ergoterapeutinum og í seinasta lagi dagin fyri avtalaðan veitingardag. Um viðkomandi ikki hevur givið avboð í seinasta lagi kl. 09:00 tann avtalaða veitingardagin, kann ergoterapeuturin krevja ásett veitingargjald. Heilsutrygd rindar einki ískoyti í slíkum førum.

1.5. Kapittul – Veitingar

Veitingar
§ 20.
Sáttmálin fevnir um hesar veitingar og viðgerðarhættir: R = Rehabilitation og E = Ergoterapi.

RE1 Greiða aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum
RE110             Greiða tørv á ergoterapi
–       Serstakar ergoterapeutiskar kanningar
RE120 Greiða lívsstøðuna hjá persónum í fevnda málbólkinum
–       Greiða persónlig viðurskiftir, ið ávirka livsstøðuna
–       Greiða viðurskifti, ið ávirka umhvørvið, har persónurin í fevnda málbólkinum virkar
RE130             Meta um førleika innan aktivitetsøkið
–       Meta um persónligt ” Activities of Daily Living”(ADL)
–       Meta um ”instrumentelt”/sekundær ADL
–       Meta um skúlagongd og lesnað
–       Meta um luttøku í samfelagnum
–       Meta um frítíð
–       Meta um spæl
–       Meta um hvíld

RE140 Meta um møguleika at klára seg í umhvørvinum
–       Meta um tørv á tænastum
–       Meta um atburð
–       Meta um tørv á tillagingum í heimi og nærumhvørvi

RE150 Meta um førleikar
–       Meta um motoriskar førleikar
–       Meta um process førleikar
–       Meta um sálarligar førleikar
–       Meta um sosialar førleikar

RE160 Meta um evnir at útinna aktivitet
–       Meta um sensorisk evni
–       Meta um motorisk evni
–       Meta um kognitiv evni
–       Meta um sálarlig evni
–       Meta um sosial evni

RE170 Meta um onnur viðurskifti, sum gera tað møguligt at útinna aktivitet
–       Meta um tørv á skinnara
–       Meta um tørv á hjálpartólum

RE180 Taka samanum og meta um viðurskifti, sum kunnu fremja aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum
RE190 Onnur meting av aktivitetsmøguleikum hjá persónum í fevnda málbólkinum.
RE2  Fremja aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum
RE210 Leggja tilrættis fremjan av aktivitetsmøguleikum.
RE220 Fyrireika hvørja einstaka viðgerð.

RE230 Fremja førleikar innan aktivitetsøkið
–       Fremja personlig ADL
–       Fremja sekundær ADL
–       Fremja skúlagongd og lesnað
–       Fremja luttøku í samfelagnum
–       Fremja frítíð
–       Fremja spæl
–       Fremja hvíld

RE240 Fremja møguleika at klára seg í umhvørvinum
–       Leggja til rættis tænastir
–       Fremja atburð
–       Leggja til rættis og uppfylgja tillagingum í heimi og nærumhvørvi

RE250 Styrkja førleikar til at útinna aktivitetir
–       Styrkja motoriskar førleikar
–       Styrkja process førleikar
–       Styrkja sálarligar førleikar
–       Styrkja sosialar førleikar

RE260 Betra um evnini at útinna aktivitetir
–       Betra sensorisk evni
–       Betra motorisk evni
–       Betra kognitiv evni
–       Betra sálarlig evni
–       Betra sosial evni

RE270 Fremja onnur viðurskifti, sum skulu til, fyri at útinna aktivitetir
–       Framleiða skinnara
–       Royna og útflýggja skinnara, undirvísa og uppfylgja í at brúka skinnara
–       Framleiða hjálpartól
–       Royna og útflýggja hjálpartól, undirvísa og uppfylgja í at brúka hjálpartól

RE280 Taka samanum viðurskifti, sum fremja møguleikar fyri aktiviteti.
ET290 Onnur tiltøk, sum fremja møguleikar fyri aktiviteti.
RE3 Ráðgeva og vegleiða í at fremja møguleikar fyri aktiviteti
RE310 Ráðgeva um og vegleiða í førleikum á aktivitetsøkjum.
RE320 Ráðgeva um og vegleiða í at styrkja førleikar.
RE330 Ráðgeva um og vegleiða í at menna evnir at útinna aktivitet.
RE340 Ráðgeva um og vegleiða í at klára seg í umhvørvinum.
RE350 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta skinnarar.
RE360 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta hjálpartól.
RE370 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta rehabiliteringstænastur.
RE390 Onnur ráðgeving og vegleiðing, ið fremur møguleikar fyri aktiviteti.
RE4 Annað arbeiði, ið viðvíkur persónum í fevnda málbólkinum
RE410 Dátuinnsavnan.
RE420 Samstarv við persónar í fevnda málbólkinum, avvarðandi og netverk
RE421 Fundarvirksemi
RE422 Luttøka í rehabiliteringssamstarvi
RE430 Viðtala
RE440 Skjalprógvan
RE441 Skráseting
RE442 Videoupptøkur og myndatøka
RE443 Taka samanum
RE490 Annað arbeiði við persón í fevnda málbólkinum
Stk. 2. Tann ergoterapeutiska kanningin verður gjørd sum ein ítvinnaður partur í veitingini.

6. Kapittul – Gjøld
§ 21.
Veiting eftir hesum sáttmála kann verða veitt sum einstaklingaveiting, tveypersónaveiting ella bólkaveiting.
Stk. 2. Ergoterapeuturin metur, í samráð við foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum og ávísandi serlækna, um luttøku í bólkavenjing og bólkastødd.

§ 22. Einstaklingaveiting varir í 60 minuttir.
Stk. 2. Tveypersónaveiting varir upp til 80 minuttir.
Stk. 3. Bólkaveiting varir upp til 120 minuttir.

§ 23. Fyri ergoterapeutiskar veitingar til persónar í fevnda málbólkinum verða ásett hesi gjøld:
Einstaklingaveiting
(Grundgjald)..……….….475,00 kr.
Tveypersónaveiting……………………………475,00 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 3 persónum ……………….395.83 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 4 persónum ……………….296,88 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 5 persónum ……………….237,50 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 6 persónum ……………….197,92 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 7 persónum ……………….169,64 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 8 persónum ……………….148,44 kr. pr. persón
Bólkaveiting við 9 persónum ……………….131,94 kr. pr. persón

Stk. 2. Tá ið nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Føroyskar Fysioterapeutar og Heilsumálaráðið, verða samráðingar aftur millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið við tí fyri eyga at javnseta ergoterapeutar við fysioterapeutar, tá talan er um gjøld fyri veitingar.

§ 24. Gjaldið fevnir um venjing, fyrireiking, skráseting og annað arbeiði, sum hoyrir við til veitingina.

§ 25. Heilsutrygd rindar 50% av kostnaðinum sambært sáttmálanum.

§ 26. Um frástøðan millum starvsstað hjá ergoterapeutinum og heimið hjá persóni í fevnda málbólki er longri enn 15 km. aftur og fram, kann ergoterapeuturin taka koyripening. Goldið verður 2,50 kr. fyri hvønn km., sum fer út um 15 km. Heilsutrygd rindar henda koyripening.

§ 27. Tað í § 23 nevnda grundgjald skal stillast soleiðis:

Stk. 2. Dýrtíðarstilling:
Fyri hvørji 3 full stig, tað føroyska prístalið broytist (januar 1983 = 100) frá 138,0, skal grundgjaldið stillast á henda hátt:Útreiðsluparturin (35% av gjøldunum) stillast við 2,174%, svarandi til eina stilling, sum er útroknað eftir stk. 1, við eini 0,761 prosentstiga stilling. Nettoparturin (65% av gjøldunum) stillast við teirri fyri ein føroyskan tænastumann í 29. lønarbólki galdandi dýrtíðarstilling, svarandi til eina stilling av gjøldunum, sum er útroknað eftir stk. 1, við 0,379 prosentstigum  ((1.260 x 0,65 x 100 : 216.204), tí støðið fyri útrokningunum eftir stk. 2 og 3 eru tær fyri føroyskar tænastumenn í 29. lønarbólki pr. 1. desember 1991 galdandi lønir). Við møguligari nullstilling av føroyska prístalinum í framtíðini vil dýrtíðarstillingin fyri nettopartsins (65%) viðkomandi fylgja tí nýggja prístalinum, ímeðan tað fyri útreiðslupartsins (35%) viðkomandi beinanvegin skulu takast upp tingingar millum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið um og í hvønn mun tað nýggja prístalið skal verða umroknað til prístalið 1. januar l983 = 100

Stk. 3. Reallønarstilling:
Nettoparturin (65% av gjøldunum) stillast eftir broytingum aftan á 1. desember 1991 í lønunum hjá føroyskum tænastumonnum í 29. lønarbólki við 0,301 prosentstigum fyri hvørjar 1.000 kr. í broytingum, og tilsvarandi fyri partar av 1.000 kr., út um ta í stk. 2 nevndu dýrtíðarstilling (1.000 x 0,65 x 100 : 216.204).

Stk. 4. Í útrokningini av tí samlaða stillingarstiginum verða prosentstigini løgd saman útroknað eftir  stk. 2 og 3, og tað endaliga prosentstigið verður sett við einum desimali. Stilling eftir stk. 2 og 3 verður gjørd tann 1. apríl og 1. oktober eftir galdandi føroyska prístalinum frá ávikavist januar og juli, og eftir teirri fyri hvørt stillingarskeið galdandi løn hjá einum føroyskum tænastumanni í 29. lønarbólki. Um stillingin tann 1. apríl ella 1. oktober orsakað av vantandi upplýsingum, ikki ella bert partvíst er møgulig, kann ein seinni stilling verða gjørd, tá ið tær neyðugu prístals- og/ella reallønarupplýsingarnar fyriliggja. Um so er, verður parturin hjá Heilsutrygd av gjøldunum eftirstillaður aftur til tann ásetta rætta stillingardagin.

Stk. 5. Nettoparturin (65%) verður stillaður við tí fyri føroyskan tænastumann á lønarstigi 29 galdandi stilling, og við teirri pr. 1. desember 1991 galdandi løn sum stillingarstøði. Fyrsta stilling av nettopartinum verður, tá lønin á lønarstigi 29 aftan á 1. apríl 1993 fer upp um ta pr. 1. desember 1991 galdandi løn við 1.000 kr. og tilsvarandi fyri partar av 1.000 kr.

Stk. 6.   Fyrsta stilling av gjøldunum, sí § 23 verður 1. apríl 2011.

1.7. Kapittul – Avrokningarskipan

§ 28.
Í sambandi við veitingar hjá persónum í fevnda málbólkinum frá privatstarvandi ergoterapeuti verður eitt avrokningarblað nýtt, sum er gjørt eftir avtalu millum sáttmálapartarnar.

Stk. 2. Avrokningarblaðið verður útfylt sambært reglum, sum sáttmálapartarnir hava gjørt.

§ 29. Foreldur ella verji hjá persóni í fevnda málbólkinum skal undirskriva avrokningarblaðið. Í óvanligum førum, tá ið tað ikki hevur borið til at fingið ta neyðugu undirskriftina, skal orsøkin til tess verða skrivað á.
§ 30.Á avrokningarblaðnum skal standa, navn og bústaður hjá persóninum í fevnda málbólkinum, dagfesting av veitingum, tal og sløg av veitingum. Á avrokningarblaðnum skal eisini standa navn á ergoterapeutinum, starvsstaður, samlaða gjaldið, ískoytis veiting frá Heilsutrygd og partur hjá persóninum í fevnda málbólkinum av gjaldinum.
§ 31. Ergoterapeuturin sendir hvønn mánað Heilsutrygd avrokningartilfarið fyri lidnar veitingar í einum álmanakkamánað, og eisini fyri veitingar, sum eru lidnar áðrenn 5. í komandi mánaða.
§ 32. Avrokningartilfarið fevnir um eina av pørtunum avtalaða samlaða uppgerð, avrokningarbløðini og tilhoyrandi læknaávísingar.
§ 33. Útgjalding av ágóða fyri avrokningartilfari sent inn áðrenn 5. í mánaðinum skal fara fram á slíkan hátt, at upphæddin er tøk áðrenn mánaðurin er farin.§ 34. Ergoterapeuturin avroknar við Heilsutrygd.
§ 35. Um útrokning hjá Heilsutryg og krav frá privatstarvandi ergoterpeuti ikki samsvara, kunnu báðir partar krevja eina nágreiniliga útgreining. Útgreiningin skal so vítt gjørligt vera liðug áðrenn næsta avrokningarmánað. Ósemjur um útrokningina kunnu síðani viðgerast í samstarvsnevndini.
§ 36. Foreldur ella verji hjá persóni í fevnda málbólkinum kunnu í veitingartíðini verða kravd eftir gjaldi fyri veiting frá privatstarvandi ergoterapeuti. Tá veitingartíðin endar, rinda foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum sín part av gjaldinum. Frádrigið gjaldinum er ískoytið frá Heilsutrygd. Ergoterapeuturin letur síðani foreldri ella verja kvittað avrit av rokningini.

1.8. Kapittul – Samstarvsnevnd

§ 37.
Víst verður til § 28, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd.

9. Kapittul – Gildiskoma og uppsøgn

§ 38.
Sáttmálin fær gildi 1. august 2010.

Stk. 2. Í sáttmálaskeiðnum kunnu báðir partar siga sáttmálan upp við í minsta lagi 3 mánaða freist at fara úr gildi hin 1. í einum mánaði, tó í fyrsta lagi 1. august 2012.

Stk. 3. Eru partarnir samdir um at broyta einstakar partar í ásetingunum í sáttmálanum, kann hetta verða gjørt í sáttmálatíðini uttan uppsøgn.

Tórshavn, tann 17. februar 2011

        Ergoterapeutfelagið                                                  Heilsumálaráðið
Hanna á Reynatúgvu, forkvinna                  Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður

Katrin Gaard

Reglugerð fyri verkfallsgrunn

Reglugerð fyri verkfallsgrunn felagsins:

§ 1. NAVN
§2. ENDAMÁL
§ 3. STOVNSFÆ
§ 4. FÍGGJARLIGA GRUNDARLAG GRUNSINS
§ 5. ÚTREIÐSLUR Í SAMBANDI VIÐ ARBEIÐSÓSEMJUR
§ 6. AÐALFUNDUR
§ 7. NEVNDIN
§ 8. LIMIR
§ 9. ROKNSKAPUR OG FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI
§ 10. VIÐTØKUBROYTINGAR
§ 11. AVTØKA GRUNSINS
§ 12. GILDISKOMA


§ 1. NAVN
1.1. Verkfalsgrunnur Ergoterapeutfelagsins.
1.2. Heimstaður: J.H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn

§ 2. ENDAMÁL
2.1 At veita stuðul til limir í Ergoterapeutfelagnum, sum eru fevndir av arbeiðsósemju, har Ergoterapeutfelagið er partur.

§ 3. STOVNSFÆ
3.1 Stovnsfæ grunsins er í sambandi við stovnsetingina kr. xxx

§ 4. FÍGGJARLIGA GRUNDARLAG GRUNSINS
4.1 Stovnsfæ grunsins verður fingið til vega við árligari upphædd, sum aðalfundurin ásetur, at limirnir skulu gjalda grunninum.
4.2 Nevnda gjald verður kravt inn frá øllum virkandi limum í grunninum
4.3 Ognir grunsins verða eftir nærri avgerð nevndarinnar varðveittir á sama hátt, sum galdandi er fyri íløgur hjá góðkendum eftirlønargrunnum. Um so er, at peningur verður settur í fasta ogn, skal møguleiki verða fyri at lána við veðseting í ognini frá góðkendum peningastovni. Rentur og annar ágóði av ognum grunsins skulu undir vanligum umstøðum leggjast afturat stovnsfænum. Aðalafundurin kann áseta at ein prosentpartur av rentum og øðrum avkasti kann verða brúkt av nevndini til serlig tiltøk sum stuðul fyri limirnar og / ella limir í Ergoterapeutfelagnum.

§ 5. ÚTREIÐSLUR Í SAMBANDI VIÐ ARBEIÐSÓSEMJUR
5.1 Í sambandi við arbeiðsósemjur hevur tann til eina og hvørja tíð sitandi nevnd heimild til at áleggja limunum at gjalda eyka gjald, møguliga taka lán, um so er, at verandi ognir ikki røkka til. Eykagjald kann verða kravt, so leingi arbeiðsósemjan varðar til ein møgulig skuld er goldin.
5.2 Útreiðslur til samráðingar, løgfrøðiliga hjálp, samskifti v.m. í sambandi við arbeiðs- ósemjur verður somuleiðis goldin av verkfalsgrunninum.

§ 6. AÐALFUNDUR
6.1 Hægsti myndugleiki í grunninum er aðalfundurin.
6.2 Viðvíkjandi aðalfundinum eru somu reglur galdandi sum ásettar eru í viðtøkunum fyri Ergoterapeutfelagið.

§ 7. NEVNDIN
7.1 Nevnd grunsins er tann sama sum tann til eina og hvørja tíð sitandi nevnd í Ergoterapeutfelagnum.
7.2 Millum aðalfundirnar kann nevnd grunsins bert taka avgerðir um spurningar, sum natúrliga falla innanfyri dagliga virki grunsins og sum eru samsvarandi samtyktir á aðalfundinum m.a. serliga, hvussu stovnsfæ felagsins skal umsitast.
7.3 Nevndin hevur heimild til at seta í verk og steðga verkfalli.

§ 8. LIMIR
8.1 Limir í grunninum eru allir virkandi limir í Ergoterapeutfelagnum.
8.2 Limirnir ábyrgdast ikki persónliga fyri skyldir grunsins.
8.3 Undir arbeiðsósemju hevur nevndin heimild til at strika limir sum átaka sær arbeiði, sum er rakt av arbeiðsósemju, limir, sum ikki rinda fyri eyka gjald ella á annan hátt mótarbeiða arbeiðsósemjuni ella limum sum ikki gera eftir boðum frá nevndini.

§ 9. ROKNSKAPUR OG FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI
9.1 Roknskaparár grunsins er 1. januar til 31. desember.
9.2 Við endan av hvørjum roknskaparári verður rakstrarroknskapur og fíggjarstøða sett upp at leggja fyri nevndina og aðalfundin.
9.3 Roknskapurin skal verða grannskoðaður av grannskoðaranum hjá Ergoterapeutfelagnum.
9.4 Av roknskapinum skal síggjast, hvar ognir felagsins standa.
9.5 Dagliga virksemi grunsins verður umsitið av dagligu umsitingini hjá Ergoterapeutfelagnum og grunnurin rindar árliga eina passandi samsýning fyri hesa umsiting.

§ 10. VIÐTØKUBROYTINGAR
10.1 Hesar viðtøkur kunnu bert broytast, um 2/3 av virknum limum, sum møtt eru á aðalfundi, atkvøða fyri.

§ 11. AVTØKA GRUNSINS
11.1 Avgerð um avtøku grunsins verður tikið eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri viðtøkubroytingar og ognir grunsins falla í tílíkum førum til Ergoterapeutfelagið.

§ 12. GILDISKOMA
12.1 Viðtøkurnar komu í gildi við virknaði fyri roknskaparárið 2005 ( 1. januar til 31. desember).

Um Ergoterapeutfelagið

Nevndin er mannað við 5 limum, sum verða valdir fyri 4 ár.
Í nevndini sita:

Erling Pætur á Argjagarði
Formaður
Sunnleif Allan Andreasen
Næstformaður
Merry Eyð Joensen
Kassameistari
Anna R. M. Lamhauge
Nevndarlimur
Sóley Sjúrðaberg
Nevndarlimur