Frásøga frá Turið B. Jakobsen í París á ráðstevnuni AAATE 2023 (Association for the advancement of Assistive Technology in Europe).
Dagarnar 29.08-01.09 var Turið Barbara Jacobsen, ergoterapeutur og master í heilsuvísindum við stuðli frá Ergoterapeutfelagnum í París á ráðstevnuni AAATE 2023 (Association for the advancement of Assistive Technology in Europe).
Ráðstevnan verður hildin 4. hvørt ár og er eitt forum fyri fólk úr øllum heiminum, sum frá ymiskum sjónarhornum hava vitan um hjálpartólaøkið, tvs. granskarir, myndugleikar, fólk, sum brúka hjálpartól (HT) v.m.
Turið greiður frá: “Skráin var sera fjølbroytt við fleiri paralellum evnum við fleiri framløgum. Evnini vóru alt frá lógarverki og hvussu HT tænastur best kunnu skipast; til vælferðartøkni og HT til gomul; samskiftis HT til fólk i øllum aldrum við samskiftistrupulleikum; og til hvussu HT kunnu vera við til at fremja inklusión innan útbúgving og arbeiðslív v.m
Mín áhugi er serliga gongdina at fáa HT og vælferðartøkni, sum eisini var eitt av paralellu evnunum. Gransking vísir, at tað hevur stóran týdning at taka støði í tørvinum og ynskinum hjá tí, sum skal brúka tólini. Harumframt hava fleiri onnur viðurskifti í gongdini at fáa HT ávirkan á, hvussu tólið riggar. Tí verður samstarvað um hetta í Global Alliance of Assistive Technology Organizations (GAATO), har WHO er ein sentralur aktørur.
Eg havi við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum kannað, hvussu føroyingar, sum hava HT og vælferðartøkni, uppliva gongdina at fáa HT. í evninum, sum snúði seg um avbjóðingar í hjálpartólaveiting (Global AT Service Delivery Challenges) legði eg úrslit frá mínari kanning fram. Heitið var “An Interim Evaluation of the Assistive Technology Service Delivery in the Faroe Islands from a User Perspective”.
Samanumtikið ein sera áhugaverd og lærurík ráðstevna har eg bæði fekk nógva nýggja vitan og innlit, umframt at eg fekk sambond við granskarar, sum hava skrivað greinar, sum eg havi brúkt í mínari gransking. So onkuntíð var eg ikki sørt “star-struck”.
Um onkur hevur hug at fáa neyvari kunning um skránna, er eitt leinki her:
https://conference2023.aaate.net/program