Kunning
28
.
January 2022
Sáttmálasamráðingar: Semja gjørd millum Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin um sáttmála.
Semja er í dag gjørd millum Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin um nýggjan sáttmála fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2020 til tann 1. januar 2023.
Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka 2,05% 1. januar og 1,25% 1. oktober í 2021. Tann 1. januar 2022 lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8% niður í 15%, og samstundis verður skalagongdin og harvið endalønin broytt.
Aðrar tillagingar av sáttmálanum eru eisini avtalaðar.