Fundur við Sirið Stenberg um hjálpartólaveiting í Føroyum
Í gjár hevur Ergoterapeutfelagið verið við til framløguna hjá Turið Jacobsen, sum hevur lagt fram um hjálpartólaveiting í Føroyum fyri Sirið Stenberg, landstyriskvinnu í almanna og mentamálaráðinum.
Turið legði fram úrslit frá sínari gransking um nøgdsemi hjá brúkarum við hjálpitólum. Tosað nógv var um kanningararbeiðið, upplæring í at nýta hjálpartól og uppfylging, sum í nógvum førum var manglandi.
Hjálpartól eru ein týðningarmikil partur hjá brúkarum, ið ynskja at vera sjálvbjargin so leingi sum til ber. skipanin er ov fløkt fyri vanliga føroyingin at skilja, og tíverri er nógv dupultarbeiði ímillum geirar. Ynskiligt er at meira resursir verða til eitt toymi, sum dekkar allar aldursbólkar og kring alt landið. Tíð má vera til kanningararbeiði, upplæring og uppfylging.