Saman kunnu vit gera ein betur fólkaskúla, har øll kunna trívast.
Lesarabræv kunngjørt 2. oktobur 2023 á lesarin.fo
Trivnađurin hjá børnum í fólkaskúlanum er evni sum javnan verđur tikiđ upp og kjakast um. Seinast í útvarpssendingini Breddin 23.08.2023.
Tađ er ikki uttan grund at hetta verđur tikiđ upp, tí sum sendingin vísur á, so er tørvurin á serflokkum ella sertilbođum trífaldađur seinastu 7 árini.
Í tilmælinum sum var handađ landstýrismanninum í Barna- og Undirvísingastýrinum, eru nógv góđ bođ til hvussu man kann tillaga skúlaskipanina soleiđis at man á bestan hátt hjálpir næmingum sum ikki trívast. Minni flokkar og co-teaching verđa nevnd sum tvey dømir uppá tillagingar í fólkaskúlanum, sum vónandi verđur til veruleika.
Tørv á eftirútbúgving - ella brúka fakliga tilfeingi, sum longu finst?
Sum ergoterapeutfelag vilja vit gera vart viđ at ergoterapeutar eru útbúgvin til at hjálpa fólki at meistra sín gerandisdag, uttan at hava tørv á eftirútbúgving. Okkara spískompetansa er at hjálpa fólki at megna at luttaka í gerandisaktivitetum, og at tillaga aktivitetir og umhvørvi soleiđis at persónar kunnu luttaka í og vera partur av einum gerandisdegi sum gevur meining fyri tann einstaka.
Í sendingini sum bleiv nevnd í innleiđingini, verđur undirvísing í lívsmeistran og psykoedukatión til avvarđandi nevnt. Tađ starvast ergoterapeutar sum hava hesar uppgávur hvønn dag við, har hesar uppgávur eru ein natúrligur partur av tí ergoterapeutiska arbeiđnum.
Viđ øđrum orđum so hava vit í Føroyum ein fakbólk sum er fult kvalifiserađur at hjálpa næmingum sum hava trupulleikar at trívast í fólkaskúlanum. Vit hava servitan um hvussu samspæliđ millum persón, umhvørvi og aktivitet er og hvussu vit kunnu tillaga og hjálpa innan hesi økini (persón, umhvørvi, aktivitet) tá trivnađurin ikki er nøktandi.
Vit kunnu taka eitt dømi:
Næmingur sum ikki megnar at fylgja viđ í tímanum. Hevur kropsligt órógv og niđursetta hugsavnan og hevur trupulleikar at skriva týđiligt.
Ergoterapeuturin arbeiđir út frá sansaintegratiónsvitan, vitan um krop, rørslu og innlæring, vitan um eitt yvirstimbra nervalag og ergonomi.
Vit kunnu fyrst meta um tađ fysiska umhvørvið í skúlastovuni. Kunnu vit innstilla borđiđ og stólin betri? Skal næmingurin hava eitt annað slag av stóli at sita á? Er tørvur á oyrabúffum, tyngdarmottu á knøini ella okkurt heilt triđja?
Hvussu sær "sansaprofilurin" hjá næminginum út? Blívur næmingurin lætt yvirstimbrađur á sansunum ella hevur hann tørv á meira stimbran? Her kann ymiskt setast í verk alt eftir tørvi. Samstarv viđ foreldur hesum viđvíkjandi gagnar næminginum best.
Hvussu er viđ svøvni, kroppi og nervalagi? Kunnu vit samstarva viđ foreldur um svøvnvanar og t.d. royna okkurt hjálpartól ella strategi heima viđ hús? Hevur næmingurin niđursett vøddaspenni, niđursetta styrki í kroppinum (og hondstyrki) sum ávirkar førleikan at sita á stólinum og skriva. Ella skulu vit arbeiđa viđ teimum eksekutivu funktiónunum(planlegging av útinnan)?
Vit kunnu gott halda fram. Endamáliđ viđ hesum døminum var at gera tađ greitt at ergoterapeutar eru fult kvalifiserađir at hjálpa næmingum viđ trupulleikum innan kropsligar funktiónir, umhvørvisligar faktorar og/ella aktivitetsførleika, og hetta uttan at vit hava tørv á eftirútbúgving, tí hetta er tađ útbúgvingin snýr seg um.
At hjálpa tí einstaka at megna sín gerandisdag.
Ergoterapeutfelagiđ vil viđ hesum skrivi gera vart viđ ergoterapeutiska fakiđ í skúlahøpi og eggja landstýrismanninum í Barna- og Undirvísingarstýrinum at loyva tvørfakligheitina inn í skúlan.
Úti í heiminum hava ergoterapeutar starvast í fólkaskúlum í fleiri ár. Tađ gevur so góđa meining at hjálpa næmingunum tvørfakliga. Og vit eru her beint nú og vit eru klár.
Vónandi tekur landstýrismađurin hetta til eftirtektar í ætlanum um broytingar í fólkaskúlanum fyri at betra um trivnađin hjá næmingum.