Vit fáa gerandisdagin at virka.
Ergoterapeutar samstarva við tey, sum hava tørv á ergoterapi, teirra avvarðandi og aðrar fakbólkar so sum fysioterapeutar, læknar, sosialráðgevar, námsfrøðingar og røktarstarvsfólk.
Evni
Tá forðingar eru fyri at liva eitt virkið lív og luttaka í samfelagnum, vegna sjúku og/ella brek, ella umstøður í umhvørvinum.
Sum ergoterapeutur kanst tú starvast innan nógv ymisk øki, innan almenna, kommunala og privata økið.
Fyrst og fremst samstarva ergoterapeutar við tey, sum hava tørv á ergoterapi, og teirra avvarðandi. Ergoterapeutar samstarva harumframt við aðrar fakbólkar so sum fysioterapeutar, læknar, sosialráðgevar, námsfrøðingar og røktarstarvsfólk.
Almenn heilsa - Fremja heilsu við at gera tað møguligt hjá øllum borgarum at hava eitt virkið lív. Tá arbeiða ergoterapeutar m.a. við hjálpartólum, atkomuviðurskiftum, á endurútbúgvingar- og arbeiðsumhvørvisøkjum, á stovnum, búðstovnum og privatum virkjum.
Barnaøki - Børn og ung á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum, serskúlum- og stovnum, í barna- og ungdómspsykiatri og annars í nærumhvørvinum hjá barninum.
Eldraøki - Eldri í egnum heimi og nærumhvørvi, á uppvenjingar- og virkishúsum, dagtilhaldum og røktarheimum. Ergoterapeutar kunnu eisini arbeiða við eldri á sjúkrahúsum og á sereindum fyri demens.
Sálarheilsa - Fólk sum hava sálarligar trupulleikar, í heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á psykiatriskum sjúkrahúsum og í økis- og sosialpsykiatriini.
Likamlig heilsa - Fólkum, sum hava likamligar trupulleikar, likamlig brek og sjúkur. Arbeitt verður í egnum heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á rehabiliteringsmiðstøðum og á sjúkrahúsum.
Heilsa á arbeiðsplássum - Heilsa og fyribyrging á arbeiðsplássum, m.a. innan arbeiðseftirlit og sum ráðgevi.
Fólkaheilsa - Fyribyrgjan av sjúku og við heilsufremjan á samfelags-, bólka- og einstaklingastøði.
Í grannalondum okkara eru skúlar har møguligt er at taka professiónsbachelor í ergoterapi og gevur møguleika fyri at taka kandidat ella master sum yvirbygnað.
Flestu ergoterapeutar í Føroyum eru útbúgvnir á teimum 7 ymsu skúlunum ið eru í Danmark, men møguligt er eisini at taka útbúgvingina í øðrum londum. Útbúgvingin tekur 3,5 ár og skiftir ímillum ástøði og praksis. Tú hevur rætt til SU meðan tú lesur.